Lund ferdigur í B36

Philip Lund hevur spælt sin seinasta dyst fyri B36 á hesum sinni

Alt bendir á, at Philip Lund hevur spælt sín seinasta dyst fyri B36 á hesum sinni. Danski spælarin kom til felagið á øðrum sinni í ár, men skaðar hava gjørt, at hvørki Philip Lund ella B36 hava fingið tað tey ætlaðu burturúr samstarvinum.

 

Sum skilst, so er talan um ein semja millum partarnar. Philip Lund er vónbrotin um, at hann ikki kann vísa hvat hann dugur á vøllinum, tí hann hevur havt so nógvar skaðar. Seinast fekk hann nakað, sum minnir um eina fibur í lærið, og er helst úti í yvir ein mánað.

 

B36 hevur havt stórar trupulleikar við skaðum í ár, men til dystin í annaðkvøld móti Nõmme Kalju úr Estlandi í Europa League, sær betri út. Tó verður tað uttan Philip Lund, sum helst í næstum verður loystur úr sáttmálanum við B36.

 

Hann kom til felagið á sumri 2015 og spældi restina av kappingarárinum. Síðani fór hann víðari út í verið at royna seg, men kom aftur til B36 undan hesum kappingarárinum. Tá hann hevur spælt hevur hann víst, at hann er ein góður spælari til føroysku kappingina, men higartil er tað bara blivið til 554 minuttir av 1260 møguligum í landskappingini.