Luna Open Grand Prix í Vestmanna

Farna vikuskifti kappaðust 141 leikarar í 270 dystum yvir 2 dagar í badminton í Luna Open Grand Prix.

Farna vikuskifti var fyrsta Grand Prix kappingin í badminton í Vestmanna. Undir heitinum Luna Open kappaðust 141 leikarar í 270 dystum yvir 2 dagar um mongu heiðursmerkini.

 

Badmintonleikarar verða úttiknir til Oyggjaleikirnar á Jersey í 2015. Hetta verður óiva ein eyka motivatión til at luttaka og vinna í mongu badmintonkappingunum, sum vera fyriskipaðar kappingarárið 2014/15. Tann fyrsta av fimm Grandprix-kappingum var hildin í Vestmanna farna vikuskifti, har VÍF var vertur fyri kappingini.

 

Badminton er ein væl dámd ítrótt millum ungu tannáringarnar. Hetta sást aftur í stóra talinum av ungum luttakarum í Grandprix kappingini farna vikuskifti.

 

Í bestu kappingini hjá teimum vaksnu leikarunum vann Benjamin Gunnarstein greiðan sigur á øllum mótstøðuleikarum. Annars sæst undir myndunum niðanfyri hvør vann hvørji heiðursmerki í ymsu bólkunum.

 

At avgreiða so nógvar dystir upp á so stutta tíð krevur neyva fyrireiking og nærlagni í samskipanini, men alt gekk eftir vild, so fyrireikararnir í VÍF eiga rós uppiborið fyri góða fyriskipan. Næsta Grandprix-kappingin verður í badmintonhøllini í Havn tann 1. og 2. november.