Alivinna
Í hesum døgum seta alifeløgini, Luna og Bakkafrost, smolt út á Gøtuvík. Luna hevur smoltini gangandi undir syðra landinum og Bakkafrost undir norðrara landinum.
Atli Gregersen, stjóri í p/F Luna, vil ikki siga í løtuni, hvussu nógv smolt, felagið setir út í hesum umfari, men sigur, at vit kunnu venda aftur til spurningin, tá ið teir eru lidnir at seta út.
3 miljónir smolt
Hann vísir á, at samlaða nøgdin av smolti, sum verður sett út í Føroyum í vár, liggur um 3 miljónir.
Í mun til nøgdina í fjør og fyrraárið, er hetta eitt lutfalsliga lítið tal.
Í 2002 settu føroyingar eini 20 miljónir smolt út, og í fjør lá talið um 7 miljónir.
Atli Gregersen sigur, at alifeløgini, sum seta smolt út í ár, eru 5-6 í tali.
Gøtuvík hevur annars ligið brak, síðan ILA-sjúka varð staðfest á víkini, men nú kann smolt so setast útaftur.
Luna og Bakkafrost eru einastu feløgini, sum seta smolt út á Gøtuvík í vár.
Tøma Lambavík
Í fjør vár settu Bakkafrost og Luna smolt út á Lambavík, men hóast ILA-sjúka ikki er staðfest, verður Lambavík seinni í ár tømd fyri fisk.
- Vit hava fingið eina nýggja kunngerð sum sigur, at aliøkir skulu tømast og liggja uttan fisk í minsta lagi tveir mánaðir. Hetta er fyri at minka um vandan fyri bakterium og ein roynd at fyribyrgja sjúkum, sigur Atli Gregersen, stjóri í P/F Luna.