Lummatjóvar í Bergen

Tey, sum ætla sær til Bergen at ferðast, eiga at ansa eftir pengum og øðrum, sum tey hava uppi á sær.

Ta seinastu vikuna hevur løgreglan í Bergen fingið 14 fráboðanir um, at fólk hava mist pengar og annað, sum tey høvdu í lummanum ella í taskuni. Løgreglan sigur, at lummatjóvarnir gera serliga um seg á støðum, har nógv fólk koma saman. Eitt nú hevur tað víst seg, at teir javnan vitja steðgistøðini hjá býbussunum. Fráboðaninar vísa, at lummatjóvarnir taka serliga frá kvinnum. 13 av teimum 14, sum hava vent sær til løgregluna, eru kvinnur, og tann elsta er 85 ára gomul. Hon misti 2.000 krónur, sum hon hevði í einari tasku.

Á løgreglustøðini í Bergen mæla tey fólki frá at hava taskuna á rygginum. Tað besta er at hava hana frammanfyri, og so er tað eisini eitt gott hugskot at hava pengarnar í taskuni og gjaldskortini í lummanum ella øvugt, sigur løgreglan við Bergens Tidende.