Maðurin, sum løgreglan í Bergen skuldsetir fyri at hava framt kynsligan ágang ímóti meiri enn 300 dreingjum, varð í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur Tann 55 ára gamli maðurin, sum gongur undir heitinum ?Lummamaðurin?, noktaði seg sekan, tá hann var í rættinum í dag.
Verji hansara segði á rættarfundinum, at tann 55 ára gamli vil ikki tosa við løgregluna, og hann vil heldur ikki geva rættinum nakra frágreiðing. Hann hevði eisini sýtt fyri at møta í rættinum í dag, men eftir kravi frá løgregluni álegði rætturin honum at møta, skrivar NTB.
Maðurin mótmælti ikki avgerðini hjá rættinum um varðhaldsfongsling.