Lula: Ófriðarkroppar verða revsaðir við lógarinnar fullu megi

»Fassistar« og »fanatikarar« hava skipað fyri álopunum í dag á ríkisstovnar í Brasila, sigur forsetin.

 

Mótmælisfólk, sum stuðla fyrrverandi forsetan Jair Bolsonaro, settu seg framman fyri eini røð av løgreglufólk í forsetaborgini, sum mótmælisfólkini trokaðu seg inn í í dag. Foto: Eraldo Peres/Ritzau Scanpix

Øll sum hava havt við ófriðin í Brasil at gera í dag verða funnin og revsa, sigur forsetin í Brasil, Luis Inacio Lula da Silva.

Harumframt verða trygdardeildir hjá samveldinum kallaðir inn, eftir at viðhaldsfólk hjá fyrrverandi forsetanum Jair Bolsonar í dag lupu á landsins tjóðarting, forsetaborg og hægstarætt.

Eftir øllum at døma var tað talan um vantandi trygdartiltøk í Brasil í dag, sigur Lula.

Hann leggur afturat, at »fasistar« og »fanatikarar« standa aftan fyri hesi álop á almennu stovnarnar.

Tey sum hava gjørt hetta verða revsað við »lógarinnar fullu megi«, leggur hann dent á.

– Vit fara eisini at finna út av, hvør hevur fíggjað tey, sigur hann sambært tíðindastovuni dpa.

Økta trygdin, sum samveldisdeildirnar skulu tryggja, fer at vara mánaðin út, sigur forsetin.

Lula er ikki sjálvur í Brasil í dag. Hann er í statinum São Paulo fyri at síggja ta álvarsomu vatnflóðina, sum hevur rakt økir har.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Mótmælisfólk, sum stuðla fyrrverandi forsetan Jair Bolsonaro, settu seg framman fyri eini røð av løgreglufólk í forsetaborgini, sum mótmælisfólkini trokaðu seg inn í í dag. Foto: Eraldo Peres/Ritzau Scanpix