Lula fer til Iran

Forsetin í Brasil, Luiz Inacio Lula da Silva, sigur seg nú vera til reiðar at leggja trýst á Iran fyri at fáa landið at sleppa kjarnorkuætlanini. Í næsta mánað fer Lula til Teheran at tosa við Mahmoud Ahmadinejad, forseta.

-Eg fari at siga við hann, at um hann ger álvara av ætlanini at gera kjarnorkuvápn, má hann eisini átaka sær avleiðingarnar av tí, sigur Lula.

Fleiri hava mælt honum frá at fara til Teheran, men til fánýtis.

Brasil vil hava altjóða samfelagið at loysa trætuna við Iran við samráðingum heldur enn tiltøkum.

Lula, forseti, hevur sagt, at umheimurin má ikki gera sama mistak við Iran sum við Irak, sum ikki vísti seg at hava nøkur hópoyðingarvápn, tá sama um kom.