Í góðveðrinum í dag stevndi framúr flotta Frida inn á Havnarvág
Tað er Melfar Marine Motoryacht, sum Peter S. Holm umboðar í Føroyum, sum eigur 43 stóra bátin.
Talan er um ein bát, sum í allar mátar er framúr væl útgjørdur. Og við tveimum Volvo Penta motorum á 435 hestar hvør, er motormegin eisini í lagi, soleiðis at stórir smádreingir veruliga fáa hugna og reypa sær.
Peter S. Holm, sum umboðar Melfar Marine í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, upplýsir, at listaprísurin á Fridu, sum er av slagnum, Azimut Open 43 S, er um 4,5 milliónir ? umframt mvg. Ein prísur, sum tey fæstu hava ráð at rinda, men til ber altíð at njóta myndirnar her á portalinum, ella at fara inn á www.melfarmarine.com at droyma seg út á opið hav eina løtu.









