Luksus VW við 12 sylindarum

Endamálið við at gera ein 12 cyl. Volkswagen er at fara í beinleiðis kapping við teir stóru Mercedes bilarnar - men til ein lægri prís.

Magnus Gunnarsson


VW hevur víst áhuga sín fyri yvirklassabilum við at keypa Bentley, Rolls Royce og Bugatti.

Eisini hava teir sett fyrrverandi PR-stjóran hjá Rolls Royce í starv, sum leiðara á nýggju deildini fyri luksusbilar.

?Betri góðska, meira útgerð og lægri prísir? er loysunarorðið hjá VW hesum viðvíkjandi.

Tann 12 cyl. motorurin verður gjørdur úr tveimum V6 motorum, og verður ætlandi klárur at taka í brúk í ár.

Arbeitt verður eisini við einum W8 motori, altso ein dupultur V8 sum skal brúkast til VW Passat í 2001.

FDM / Motor nr.1/2000