Luksus SUV frá Masearati

Maserati fara nú í beinleiðis kapping við teir dýru luksus SUV sum t.d. Porsche Cayenne, BMW X5 og Range Rover.

Talan er um Maserati Kubang, sum verður bygdur yvir amerikanska Jeep Grand Cherokee plattformin. Annars verður alt annað gjørt í Italia sum t.d. V8 motorurin, ið verður gjørdur hjá Ferrari í Modena. Bilurin er eisini designaður í Italia við eyðkendum Maserati identiteti.

Maserati er ein gomul italiensk bilverksmiðja, sum varð stovnað í 1914 í Bologna. Síðan 1993 hevur Maserati hoyrt til Fiat konsernina. Maserati eru best kendir fyri sínar sportligu lukssusbilar sum t.d. Granturismo og Quattroporte. Eftir ætlan kemur Masearati Kubang á marknaðin í 2013.