Luksus Lexus við átta girum

Meðan stóru Lexus-bilarnir dominera á marknaðinum fyri luksusbilar í USA , halda evropearar enn fast við týskar luksusbilar sum Mercedes-Benz, BMW og Audi.

Men nú bjóða Lexus evropearum av í luksusklassanum við nýggja Lexus LS 460. Bilurin var frumsýndur á stóru bilaframsýningini í Detroit herfyri.

Designið er meira sportsligt og linjurnar meira skarpar enn á forgangaranum, Lexus LS 430. Hesin nýggi hevur bæði átta sylindarar (V8) og átta gir. Talan er um heimsins fyrsta 8-trins automatgirkassa. V8 motorurin er upp á 4,6 litur við 380 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 5,5 sekund. Momentið er upp á 500 Nm.

Eins og fleiri aðrir kendu luksusbilar verður Lexus LS 460 gjørdur í eini útgávu, ið er 12 cm longri enn tann vanligi, hetta fyri at geva betri beinpláss til tey á bakstrinum.
Tann bilurin er 503,0 cm langur, 188,0 cm breiður og 148,0 cm høgur.

Í kabinuni er alt luksus og leður við t.d. varma í rattinum, borð við baksetrini, fótskamlar, klimaanlegg við kropshitasnsorum.

Lexus LS 460 kemur á amerikanska marknaðin í heyst og seinni til Evropa. Prísin kenn vit ikki, men í dag kostar forgangarin, Lexus LS 430, umleið hálva aðru millión krónur í Danmark.