Luksus fyri allar pengarnar

Við Chevrolet Cruze hava General Motors gjørt ein sonevndan heimsbil, ið skal seljast kring um í heiminum, sum ein luksusbilur til vanliga fólkið

Chevrolet Cruze er ein heilt nýggjur bilur, ið er bygdur yvir ein nýggjan Opel plattform. Talan er um ein bil, sum veruliga sær út av nøkrum. Designið er smart og í evropeiskum stíli bæði uttan og innan. Eisini kvaliteturin er á sera høgum støði. Talan er um ein rúmligan sedan við góðum plássi til fimm persónar og teirra viðføri í viðførisrúminum, sum er upp á 450 litrar.


Cruze fæst í útgávunum LS og LT, sum er tann best útgjørdi og hevur faktiskt alt bæði hvat útgerð og trygd viðvíkur. Bíligasti Cruze er 1,6i LS, sum kostar 209.000 krónur, meðan ein 1,8 LT við allari útgerð kostar 235.000 krónur, tá hevur hann t.d. leðurkabinu, automatiskt klimaanlegg, bakkisensorar, cruise kontrol og navigatión. Cruze hevur hópin av innbygdum trygdarskipanum. Til dømis kostar ein 1.8i í fínastu útgávuni við leðurkabinu og automatiskum girum 260.000 krónur. Tá er talan um ein veruligan luksusbil.


Instrumentborðið er flott designað við bláum ljósi í vísarum og kontaktum og alu-look panelum.

Eisini koyrieginleikarnir eru soleiðis, sum vit kunnu vænta tað av einum modernaðum bili. Undirvognur og fjaðraskipan geva bilinum gott og trygt vegtak undir øllum koyriumstøðum.


Bilurin fæst við tveimum bensinmotorum: 1,6i og 1,8i við ávikavist 113 og 141 hk, og tveimum 2,0 VCDi dieselmotorum við ávikavist 125 og 150 hk.


Síðan Chevrolet Cruze kom á marknaðin fyrr í ár, hevur sølan rættuliga tikið dik á seg, bæði her um okkara leiðir og úti í heimi.