Venjaraspurningur
Seinastu tíðina hava fleiri gitingar verið, hvørt Allan Simonsen eisini verður føroyskur landsliðsvenjari komandi undankapping, ella um FSF má fara at leita sær eftir nýggjum venjara.
Mugu bíða
Danska fótbóltsheimasíðan, bold.dk, visti mikukvøldið at siga, at í Luksemburg verður fylgt væl við, hvørjar ætlanir Allan Simonsen hevur fyri framtíðina.
Verandi venjari teirra, Paul Philipp, sum í ár hevur tapt tvær reisur fyri Allani, fer ikki at leingja sín sáttmála við Luksemburg, og fjølmiðlarnir vija vera verið við, at Allan Simonsen stendur ovast á ynskislistanum hjá Luksemburg.
Akkurát, hvussu nógv hald er í hesum tíðindum, er ilt at staðfesta, men at áhugin millum fjølmiðlarnar í minsta benelux-landinum er stórur, er einki at ivast í. Millum annað settu fjølmiðlar úr Luksemburg seg í samband við Sosialin mikudagin, fyri at vita, um Allan hevði sagt nakað um framtíð sína.
Svarið, sum vit kundu geva teimum, var tó ikki stórt øðrvísi, enn tað, sum Allan Simonsen gav týsku sjónvarpsrásini, RTL, týskvøldið.
- Eg ætli mær at nýta komandi 14 dagarnar til at umhugsa støðu mína, er framvegis einasta viðmerkingin, sum landsliðsvenjarin hevur um framtíð sína.