Ólukkurnar komu sum perlur á snóri

- Eg havi allatíðina tikið støðuna í stórum álvara, og eg havi kempað til tað síðsta, men ólukkurnar komu sum perlur á snóri, og tað toldi felagið ikki, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking. Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking, mátti í dag staðfesta, at Fiskavirking verður ikki selt og rikið víðari av nýggjum eigarum. Samráðingarnar millum lánsveitarar og nýggjar íleggjarar steðgaðu, og so fór Fiskavirking í Skiftirættin.

- Tað eru nógv viðurskifti, sum hava gjørt, at Fiskavirking er komið í hesi støðuna. Tann einkulta hendningin, sum rakti okkum meinast, var tá ið í Kauphting í 2008 slapp sær av við sítt virksemi í Føroyum og rýmdi av landinum, segði Meinhard Jacobsen við Dag og Viku í kvøld.

- Fiskiskapurin hevur eisini verið sera vánaligur. Eitt skifti í fjør var frægari, og tá gekk eisini betur hjá okkum, men síðani hevur fiskiskapurin fullkomiliga svikið aftur, sigur hann.

Meinhard Jacobsen sigur, at tá ið russisk skip fóru at keypa fisk í Føroyum fingu tey á Fiskavirking ein kvøkk, og tá fóru tey undir at skaffa sær skip at fiska fisk til teirra virki.

- Mann kann iðra seg um onkra avgerð, men ólukkurnar raktu okkum sum perlur á snóri, og tað toldi felagið ikki . Oljuprísurin hevur verið sera høgur, fiskiskapurin hevur verið vánaligur, og rentan hevur verið í topp, segði hann við Dag og Viku.

- Eg renni ikki frá mínari ábyrgd, eg havi verið við allan vegin. Eg havi allatíðina tikið støðuna í stórum álvara, og eg havi kempað til tað síðsta, segði Meinhard Jacobsen.