Lukasz skuldi konfirmerast

Sunnudagin mátti eykaliðið hjá Brøndby vera Lukasz Cieslewicz, sum vit kenna frá tíðini í VB/Sumba, fyri uttan.

Ungi áleyparin hevði givið avboð til dystin, tí hann skuldi konfirmerast. Lukasz er katolik, og undan dystinum um vikuskiftið hevði hann ongantíð verið ígjøgnum katólsku konformatiónina. Tí hevði hann givið avboð til dystin, men hann hevði tó sagt við venjaran, at hann gott kundi koma til seinna hálvleik. Hetta metti venjarin tó ikki vera neyðugt, og tí valdi hann at geva Lukasz ein heilan frídag frá fótbóltinum.