Lukasz og Róaldur settir út av spælinum

Vónbrotni B36 venjarin ásannar, at hansara menn ikki megnaðu at fáa skil á spælið, tí mótstøðumeninir settu hansara lyklaspælarar út av spælinum

B36 venjarin Jákup á Borg er í fótbóltshøpi ein royndur maður. Hann hevur sum spælari vunnið tvær steypafinalur – eina fyri HB og eina fyri B36 – og hann hevur tvær ferðir tapt finalur við B36.

Í kvøld var hann fyri fyrstu ferð venjari hjá steypaliði, og hann tapti.

Vónbrotið var øgiligt í B36 leguni, og Jákup á Borg orðaði tað soleiðis:

-Vit eru øgiliga vónbrotnir. Vit mugu staðfesta, at mótstøðumenninir vóru sera raskir, og at teir taktiskt vóru sera væl skipaðir. Teir lógu tættir í okkara lyklaspælarum Róaldi Jakobsen og Lukasz Cieslewicz, og tað eyndaðist teimum væl at seta teir báðar út av spælinum, sigur B36 venjarin, og hann heldur fram:

-At teir báðir ikki høvdu møguleika at vera so eyðsýndir, sum teir oftast plaga at vera, bar við sær, at spælið hjá okkum ikki fleyt soleiðis, sum tað plagar at gera, tá ið tað riggar upp á tað besta.