Lukas hevur dansað X factor

Hann er úr Runavík og er uppvaksin við sangi og tónleiki. Men til stóra tiltakið Børn í Føroyum, leygardagin í Havn, fer Lukas Nygaard at dansa millum annað brot úr løgum hjá popstjørnuni, Micheal Jackson.

 

Lukas hevur áður sýnt dansikynstir á palli. Og fyri júst einum ári síðani vísti hann síni serstøku evni í eini fullari Løkshøll, sum stórliga fagnaði 13 ára gamla talentinum.

Lukas er beiggi navnframu, Onnu Nygaard, sum allir føroyingar kenna frá X- factor.