Lukas Graham spentur til framførsluna

Lukas Graham kom tíðliga í morgun til Føroya, og hann lovar eina rimmar konsert á Vágsbøi í kvøld

 

Lukas Graham er helst heitasta navnið á okkara leiðum í løtuni, og í kvøld kann bólkurin upplivast á landsins størsta palli.

Summar Festivalurin byrjar í dag og í kvøld kl. 22.00 spælir Lukas Graham á Vágsbøi. 

Manningin í bólkinum kom til landið tíðliga í morgin, og í dag hava teir tikið sær av løttum, hava verið og fiskað, og gera seg annars klárar til framførsluna í kvøld.

Lukas Graham lovar eina rimmar konsert á Vágsbøi í kvøld, og hann sigur, at hann hevur glett seg leingi til at sleppa til Føroya at spæla.

Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum verður í kvøld kl. 20.00, tá ið Annika Malunardóttir spælir á Torginum. Framførslur verða í kvøld eisini við Marius, Byrta, Kristel Lisberg og Hanus G. Johansen.