19 ára gamli Lukas Giessing kom sum ein freslandi eingil til AB í seinnu hálvu í fjør. Saman við danska málverjanum, Tobis Larsen, fingu teir av álara sett fut í eitt annars minni gott kappingarár hjá argjamonnum.
Tað hevur leingi verið greitt, at Lukas Giessing ikki fór at halda fram á Argjum, men hann fer framvegis at spæla við AB, men tað er danska AB Gladsaxe. Tað skrivar Gladsaxebladet í dag.
Lukas Giessing hevur sín uppvøkstur í ungdómsdeildunum hjá FC Midtjylland. Á Argjum spældi hann á framrættaða miðvøllinum, men í AB Gladsaxe verður hann mettur sum ein høgri bakkur.