Floglíkindini hava darvað í dag, og tað er ikki sørt, at konsertfyriskipararnir til Lukas Graham konsertina í kvøld hava verið heldur stúrnir.
Longu tá flogfarið hjá Atlantic skuldi úr Keypmannahavn í dag, var veðrið heldur ivasamt, og tí varð fráferðin úr Kastrup útsett.
Fyri løtu síðani settist flogfarið í øllum góðum, og nú er ferðalagið við donsku pop-stjørnuni ávegis til Havnar, har konsertir eru á skránni bæði í dag og í morgin.
Konsertirnar verða í høllini á Hálsi, har dyrnar lata upp klokkan 20. Signar í Homrum fer at hita gestirnar upp við fleiri av sínum stóru hittum, og síðani verður tað høvuðsnavnið, sum fær pallin.
Og har er ivaleyst nógv gott í væntu. Í øllum førum hevur Lukas Graham lovað, at konsertin hesaferð verður drúgvari enn hon var, tá hann í august fekk allan Vágsbø at kóka.











