Á stórum FIFA-gallatiltaki er Luka Modric valdur til ársins spælara, sum hevur heiti “FIFA Player of the Year”. Kroatiski miðvallarin vann millum annað Champions League við Real Madrid, meðan hann kom í HM-finaluna við Kroatia.
Hann var í uppskoti saman við Cristiano Ronaldo (Juventus/Portugal) og Mohamed Salah (Liverpool/Egyptaland). Cristiano Ronaldo møtti als ikki upp til tiltakið og tí var eisini væntað, at hann visti at hann ikki fór at vinna.
Hóast portugisiski liðskiparin mundi skjóta væl tað flottasta máiið í farna kappingarárinum, so fór Mohamed Salah avstað við Puskas-heitinum, sum er fyri árins mál.
Hjá kvinnunum vann brasilska Marta heitið sum ársins spælari.