Framherjin hjá Liverpool hevur fingið leikbann í tíggju dystir fyri at bíta Chelsea verjuspælaran, Branislav Ivanovic. Tað boðar enska fótbóltssambandið frá í dag.
Tað var í Premier League dystinum millum Liverpool og Chelsea, at Luis Suarez valdi at bíta Branislav Ivanovic í armin. Dómarin sá ikki støðuna og tí valdi enska fótbóltssambandið at traðka til.
Eitt beinleiðis reytt kort fyri harligt spæl gevur tríggjar dystir leikbann, men undir serligum umstøðum kann leikbannið verða longt. Hesa ferð hevur enska fótbóltssambandið valt at geva Luis Suarez sjey dystir longri leikbann enn teir upprunaligu tríggjar dystirnar.
Hetta er sætta longsta leikbannið, ið enska fótbóltssambandið nakrantið hevur givið. So seint sum í fjør fekk Joey Barton leikbann í 12 dystir.
Liverpool hevur til á middegi fríggjadagin at kæra avgerðina. Liverpool hevur góðtikið ákæruna fyri tríggjar dystir, men væntandi kærir Liverpool teir sjey dystirnar, sum eru lagdir afturat.