Luis Suarez brast enska dreymin

Luis Suarez var avgerandi leikarin í kvøld, tá Ongland tapti sín næsta dyst í HM endaspælinum í Brasil.

Stórur spenningur var undan dystinum í bólki D millum Ongland og Uruguay. Bæði liðini taptu sínar dystir í fyrsta umfari, so stórt trýst var á báðum liðum at vinna dystin.

 

Hóast Ongland størsta partin av dystinum var meira á bóltinum, eydnaðist tað tó ikki Onglandi at vinna dystin.

 

Stóri munurin á liðunum í dystinum var ársins leikari í ensku Premier League, Luis Suarez. Við sínum framúr góðu teknisku førleikum, umframt sínum skjótleika, var Luis Suarez allatíð ein hóttan móti ensku verjuni.

 

Tað var eisini Luis Suarez, ið legði Uruguay á odda tá 39 minuttir vóru leiktir av dystinum. Í einum skjótálopi eydnaðist tað Edinson Cavani at finna álopsmakkarin Luis Suarez, ið skallaði bóltin framvið enska málverjanum Joe Hart.

 

Ongland trýsti Uruguay allan seinna hálvleik á tamb og 15 minuttir fyri leiklok bragdaði eisini hjá Onglandi. Eftir framúr gott uppspæl millum Daniel Sturridge og Glen Johnson endaði bólturin fyri føtrunum á Wayne Rooney, ið fekk javnað til 1-1 og harvið skotið sítt fyrsta mál nakrantíð til eitt HM endaspæl. Hesa løtuna livdi enski HM dreymurin av álvara.

 

5 minuttir fyri leiklok var tað tó aftur Luis Suarez, ið allarhelst negldi tann síðsta seymin á ensku HM kistuna. Eftir málspark kom Luis Suarez leysur móti enska málverjanum Joe Hart og eirindaleysur smekkaði hann bóltin framvið enska málverjanum til endaliga úrslitið 2-1.

 

Uruguay spælir í seinasta dystinum móti Italia, meðan Ongland møtir Kosta Rika.

 

 

Uruguay - England 2-1 (1-0)

1-0 Luis Suarez, 39.

1-1 Wayne Rooney, 75.

2-1 Luis Suarez, 85.