Fyrrverandi KGB-maðurin Andrej Lugovoj ætlar sær í russiska tjóðartingið. Bretar halda, at hann myrdi Alexander Litvinenko
Setir Andrej Lugovoj fótin á bretska jørð, verður hann tikin alt fyri eitt, tí í Bretlandi er hann eftirlýstur í sambandi við morðið á fyrrverandi KGB-mannin Alexander Litvinenko í London í november í fjør.
Bretland hevur kravt at fáa Lugovoj útflýggjaðan, men gongst sum ætlað kann hann skjótt fjala seg aftan fyri politiskt órin. Sambært russiskum fjølmiðlum fer Lugovoj at stilla upp fyri tann høgrasinnaða Liberaldemokratiska Flokkin hjá Vladimir Sjirinovskij á tjóðartingsvalinum í desember.