Luftbrúgv millum Føroyar og Skotland

520 fólk koma við flogfari til Føroya úr Skotlandi í sambandi við landsdystin leygardagin

LANDSDYSTUR

Hjá Atlantic Airways hava tey úr at gera í hesum døgum. Vanliga flýgur Atlantic til Aberdeen í Skotlandi nakrar ferðir um vikuna. Afturat hesum eru tríggir leigutúrar bílagdir, soleiðis at tað í alt koma sjey flogfør úr Skotlandi í sambandi við landsdystin. Flogførini flúgva úr Glasgow ella úr Aberdeen.
Fyrsti flogfarið fór úr Skotlandi mikukvøldið. Tvey flogfør koma úr Skotlandi um dagin hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Hósdagin er ein av túrunum ein leigutúrur við skotska landsliðnum. Eisini viðhaldsfelagið Tartan Army hevur bílagt leigutúrar úr Glasgow.
Kent Christensen, sum starvast hjá Atlantic Airways, upplýsir, at talan er um í alt 520 fólk, sum koma til landið. Seks av teimum sjey flogførunum eru stúgvandi full.
Sostatt er næstan fast millum Føroyar og Skotlandi. Og fólkini skulu eisini flúgvast heimaftur.