Agurkutíðin er tiltikin fyri, at politiskar luftballónir verða blástar og sendar upp. Luftballónin er eyðkend av, at hon í eina løtu skínur so fagurliga. Hon ferðast skjótt, og hon verður eygleidd av mongum. Summar luftballónir bresta og verða til einkis, aðrar fara úr eygsjón, áðrenn tær skrædna og detta niður, og onkuntíð kemur tað fyri, at luftballónin yvirlivir og tænir einum endamáli.
Eisini føroyskir politikarar eru vorðnir óførir at blása lufballónir og at senda tær avstað. Ein tingmaður sendi fyrr í vikuni eina luftballón upp, sum lýsti við, at tingmenn skuldu fara niður í løn. Í dag hevur løgmaður blást sína luftballón: tingmannatalið skal lækka við tíggju!
Hetta eru fínar søgur at bera fram á torg, men spurningurin er, hvussu veruliga virðið er í teimum. Tað vita vit meira um, tá ið løgtingsmaðurin og starvsfelagarnir í heyst fara at sita við fíggjarlógaruppskotinum, og tá ið kommisiónin, sum er sett at viðgera spurningin um valskipanina, hevur avgreitt sín setning.
Um galdandi fasittlisti í øllum politiskum spurningum verður nýttur, so kann tað væl fara at vísa seg, at luftballónirnar hjá bæði tingmanni og løgmanni kunnu gerast til veruleika. Tí tá ið alt kemur til alt, so er tað rokniarkið og ikki nógv annað, sum stýrir. Og stýringin sigur, at alt skal krimpast, og at einki skal vaksa.
Tingið hevur fyri fyrstu ferð samtykt játtanarkarm, og í løtuni verður telvast um, hvussu býtið skal vera í fíggjarlógaruppskotinum. Telvingin er ikki vorðin lættari, eftir at karmurin er samtyktur, tí nú ber ikki til at gera politiskar raðfestingar, sum kunnu føra til, at karmurin hjá einum ráði og einum landsstýrismanni minkar, meðan hann kanska fer at vaksa hjá einum øðrum.
Landsstýrisfólkini kunnu við øðrum orðum bara blása luftballónir og senda tær upp innan sítt egna øki, og tað er torført. Rokniarkið ræður, og tí eru fyritreytirnar hjá luftballónunum uppaftur verri, enn tær annars eru í agurkutíðini. Uttan mun til hvussu fagurliga tær skína. Tí eru hyggiráðini hjá teimum, sum nú undan Ólavsøku ætla at blása og senda ballónir, at tær eru í tráð við rokniarkið. Annars hava tær ongan kjans.










