Hví hevur sjónleikurin hjá Holberg um Erasmus Montanus fra 1731 enn okkurt at siga okkum í dag? Og hvat kemur fram í hesum leiki um vitan, mál og vald?
Ludvík Holberg skrivaði 33 komediur, Erasmus Montanus er allarhelst hin mest spælda. Hendan verður saman við Jeppa á Fjallinum og Politiska Kannustoyparanum, roknað sum ein av teim heilt stóru og bestu komedium, Holberg skrivaði, men tað er ikki einans av hesi orsøk at "Erasmus Montanus" hevur verið so nógv umrøddur. Nógvar meiningar eru um hesa komediu millum lærd, ið er um lærd og minni lærd.
Sjónleikurin er um hvat ið hendir tá vit brúka málið, um at kjakast og um vitan og vald, at júst vitan er vald, t.e. at vitan brúkt skeivt í einum skeivum umhvørvi hevur øvugt meiri skaða við sær enn gagn. Holberg serstakliga í "Erasmus Montanus" spælir sær við, at vit nýta ymisk orð um tey somu fyri-brigdini og um hvat tað í grundini er sum hendir tá vit brúka málið.
Ludvig Holberg var 38-39 ára gamal tá hann skrivaði leikin Erasmus Montanus í 1731. Hann var nýliga settur í starv sum embætis-maður á Universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevði klárað seg væl og var eitt livandi prógv, um at tað var gjørligt at koma fram í Danska Ríkinum, sum tað var í byrjanini av 1700talinum. Hann kom frá norska útjaðarinum. Føddur í Bergen og lærdi við Københavns Universitet. Hann fekk vánaligar karakterir, men hetta var eingin forðing fyri mannin.
Holberg var eingin veruligur bygdadrongur sum t.d. Erasmus Montanus. Bergen var tá næststørsti byuirn i dupultríkinum Danmark-Noreg. Bergen stóð tá í stórum vøkstri. Í 1670 búðu 40.000 fólk í býnum og einans tríati ár seinni vóru 70.000 fólk í býnum. Bergen lá tó langt frá Europa og Holberg hevur helst verið eitt sindur av einum bygdafrelli í byrjanini í Keypmannahavn.
Í dag kunnu vit meina um Holberg, at hann var gamal og konservativur, sum kendur tilhangari av einaveldinum, men her skulu vit minnast, at mótsetningurin til einaveldi var tá aðalsveldi.
Upplýsing og frígerðing
Holberg var ein stórur upplýsingarmaður, ið var við til at modernisera Danmark og danir. Um hetta mundið framkom hin vælupplýsti og mentaði borgarin. Upplýsingstíðin og sjálv upplýsingin vann stóran frama í hesi tíð.
Upplýsing er kritisk sum fyribrygdi, tað er tí ein týðandi tráður í Montanus leikinum, har hon sjálv-andi partvíst er farin av sporinum, sum her hjá Montanusi:
MONTANUS.
Morlille, jeg vil giøre jer til en Steen.
NILLE.
Ja Snak, det er end meere konstigt.
MONTANUS.
Nu skal I faa det at høre. En Steen kand ikke flyve.
NILLE.
Ney det er vist nok, undtagen man kaster den.
MONTANUS.
I kand ikke flyve.
NILLE.
Det er og sant.
MONTANUS.
Ergo, er Morlille en Steen?
(Nille græder.)
MONTANUS.
Hvorfor græder Moorlille?
NILLE.
Ach jeg er saa bange, at jeg blir til Steen, mine Been begynder alt at blive kolde.
MONTANUS.
Gif jer tilfreds Morlille, jeg skal strax giøre jer til Menniske igien. En Steen kand ikke tænke eller tale.
NILLE.
Det er sandt. Jeg veed ikke om hun kand tænke, men tale kand hun ikke.
MONTANUS.
Morlille kand tale.
NILLE.
Ja Gud skee Lof, som en stakkels Bonde-Kone kand jeg tale.
MONTANUS.
Got. Ergo er Morlille ingen Steen.
Disputereteufel Holberg
Holberg var ein rastlesyur maður, ið skrivaði um alt frá jura, kyrkjusøgu, Danmarkarsøgu, heimssøgu, toporafi, moralheimspeki til epistlar, skaldsøgur og sjónleikir. Hann minnir um tey stóru upplýsingarfólkini í Europa um tað mundi, ið bæði arbeiddu við vísindi og fólkaupplýsing tvørturum fak og yrkingalist. Holberg var ein íðin til at kjakast, hann var ótroyttuligur í sinum essayum, har hann var eitt slag av vísunda og mentanarblaðfólki. Tí er tað stuttligt at hoyra Montasus siga:
"Jeg disputerer om vigtige og lærde Sager, for Exempel: Om Englene ere skabte for Menniskene; om Jorden er rund eller oval; om Maane, Sool, og Stierner deres Størelse og Distance fra Jorden, og andet dislige."
Politiskir sjónleikir
Hjá Holberg og serligani í Montanus leikinum síggja vit tann politiska sjónleikin, ið viðgerð spurningar um t.d. leiklutin hjá ymiskum stættum í samfelaginum, serliga nýggju borgarastættini. Holberg var brúkti kend politisk-heimspekis tema frá oldtíðini. Montanus er t.d. skyldur við Aristofanes (438-380 f. kr.) og leikin "Skýggini" um heimspekistrupulleikar í Athen.
Leikirnir hjá Holberg eru moralskir, men ikki soleiðis, at vit skulu halda at persónarnir eru fyrimyndir. Nærum altíð er hetjan ein naivur ella narsissistiskur persónur, ið er so uppetin av egnum ætlanum og stórlætisørskapi, at hesir hava mist ella ongantíð veruligani ment ein sans fyri tí sosiala, at onnur menniskju finnast. Høvuðspersónarnir eru tí mangan skaddir sosialt av fáfongd, hástórheit ella av nørdaligari betrivitan.
Gjøgnum leikin verða manglanir hjá hesum drignir fram og tápulingar sum Jeppe á Fjallinum, Jean de France, Kannustoyparin og Montanus útfolda teirra villastu dreymar um stórheit. Hesir eru sjálvglaðir og fáfongdir, ið hava fantastisk evni at meta skeivt um seg sjálvan í mun til onnur. Hesir eru eisini nærum ástartiknir í sjálvum sær og gerðast tí lætt offur fyri intrigium í heiminum. Men hetta fær ein enda, tí í leikinum byrja hesi fólk at síggja seg sjálvan við eygunum hjá hinum.
At fáa eyga á seg sjálvan
Soleiðis snúgva hesir leikir seg um, at menniskjað skal fáa eyga á sjálvan seg. Gjøgnum skandalur og sosial eksperiment vil Holberg ikki bert læra okkum beinleiðis hvussu rætt er at liva ella at hugsa, men vísir manga uttan illusiónir hvussu komisk fáfongdin og errinskapur eru sum menniskjaligir eginleikar. Sum Fútin í Montanus, ið kemur við einum slag av morali:
"Tanker har han om sig selv, jo meer synes ham der staar tilbage at lære. Men I giør Philosophie til Fægtekonst, og holder den for Philosophus, der ved subtile Distinctioner kand forvende Sandhed, og reede sig udaf alle Meeninger, ved saadant giør I jer forhadt af Folk, og bringer Lærdom i Foragt, saasom mand bilder sig ind, at saadanne underlige Lader ere Studeringers rætte Frugt. Det beste Raad jeg kand give jer, er, at I arbeyder paa at glemme og rødde af jer Hoved det som I har anvendt saa mangen Natte-vægt paa at lære, og at I tager jer nogen Handtering for, hvorved I kand bane jer Vey til jer Forfremmelse, eller om I endelig vil blive ved Studeringer, at I da indrætter dem paa en anden Maade."
Fútin, Jesper Ridefoged
Men kunnu vit læra nakað av hesum? Holbergsa leikir vísa ikki vegin. Vit síggja Jeppe, Jean de France, Kannustoyparan og Montanus lúta og uppgeva eftir umslagið í søgugongdini, men vita ikki um hesir fáa ein betri og ríkari samleika.










