Ludvík í Lítluvík

Frá fríggjadegnum 26. til mánadagin 29. mars hevur Ludvík Breckmann listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Ungi havnarmaðurin Ludvík Breckmann hevur onkuntíð fyrr sýnt fram nakrar stakar myndir, sum hann hevur málað, eitt nú í Listaglugganum á ólavsøku. Við hesi málningaframsýningini í Smiðjuni er tað fyrstu ferð, at hann skipar fyri síni egnu sýning.


Umframt einar 20 oljumálningar eru eisini nakrar vatnlitsmyndir við á framsýningini. Málningarnir eru frá tí náttúrliga um tað hálvabstrakta, tó at teir flestu eru av persónum undir ymiskum umstøðum, sum t.d. í skemti, vertskapi ella til arbeiðis fyrr og nú.


Framsýningin er opin fríggjadagin frá kl. 16-19, leygardagin frá 12-18, og sunnudagin og mánadagin frá kl. 14-18.


-red