Ludvík á Brekku sýnir fram í morgin

Fríggjadagin letur upp framsýning í Býarbókasavninum í Havn. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum.

 

Tað er havnarmaðurin Ludvík á Brekku, ið sýnir fram. Hann er føddur í 1985, hevur málað nógv seinastu árini og hevur sýnt fram í fleiri umførum – bæði í Føroyum og í Danmark.

 

Ludvík hevur eisini givið út skaldasøvnini Sálarfrøði í 2008 og Svartir svanar í 2010, meðan onnur kenna hann frá tónleikapallinum, har hann umframt onkrar fløguhúsar, eisini gav út fløgu við bólkinum Side Effect í 2006. Í ár hevði Ludvík nøkur verk við á Várframsýningini í Listaskálanum, har hann eisini var við í dómsnevndini. Henda framsýningin lat upp á mentanarnáttini í Havn 7. juni, og er opin til og við sunnudagin.

 

Framsýningin hjá Ludvík á Brekku í Býarbókasavninum letur upp fríggjadagin 21. juni klokkan 16.00, og heldur fram til 31. august.

 

Mynd: eitt av verkunum hjá Ludvík á Brekku (Mynd: www.facebook.com/events/378692842232806/)