Leygardagin 18. apríl vann spælifilmurin "Ludo" eftir Katrina Otarsdóttir virðislønina PLATINUM REMI AWARD á amerikansku filmsstevnuni WorldFest-Houston International Film Festival í Houston, Texas.
Filmsstevnan WorldFest-Houston varð grundløgd í 1961, hon er triðelsta filmsstevnan í USA og tann elsta amerikanska stevnan fyri independent filmar, tvs. filmar ið eru gjørdir av øðrum enn teimum stóru filmsframleiðarunum í Hollywood. Í tráð við hetta er motto'ið hjá filmsstevnuni: "We show films that Hollywouldn't".
Stevnan letur virðislønir fyri ymsar kategoriir av filmum. Í kategoriini Independent Theatrical Feature Award - Experimental er Platinum Remi Award hægsta virðisønin, og fór hon sum nevnt til "Ludo" úr Føroyum. Hjá einum filmsskapara er tað altíð ein hugalig viðurkenning at fáa virðisløn á einari so viðurkendari stevnu sum WorldFest-Houston, og ein slík virðisløn er eisini týdningarmikil fyri útbreiðsluna av einum filmi.
Aðrar stevnur og sýningar úti í heimi
Síðani frumsýningarnar í Føroyum og Danmark í september-oktober í fjør hevur Ludo verði sýndur ymsastaðni úti í verðini: á filmsstevnum í Reykjavík og í Lübeck, Týsklandi, á skandinaviskari mentunarstevnu í Poznan í Póllandi, á sersýning á Pohjola Norden í Helsinki, Finnlandi og nú, sum nevnt á filmsstevnu í Houston, Texas.
Fyrst í mai verður filmurin aftur sýndur í USA, nevniliga á tveimum sýningum í Scandinavia House í New York sum partur av filmsrøðini New Nordic Cinema.
10.-16. mai verður Ludo vi á St. Tropez International Film Festival í Cote d'Azur, Fraklandi, og mánaðarskiftið juni-juli á Ischia International FIlm Festival í Italia.
Í august verður Ludo sýndur í Odense, har Nordatlantens Hus í Odense skipar fyri eini útnorðurlendskari filmsstevnu við spælifilmum úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi í samstarvi við árligu stevnuna Odense Internationale Filmfestival.
Væntandi fer Ludo at verða sýndur á øðrum filmsstevnum eisini. Stevnurnar eru nógvar í tali - fleiri túsund - og filmurin er tilmeldaður eina røð av teimum, men tær flestu hava ikki svarað enn, tí at evstamark fyri tilmelding ikke er farið enn.