Lucky Lo á palli (Myndir: Hanna Eivinsdóttir)

Lucky Lo tók føroyskar tónleikarar við á pallin: – Ja til G! Festivalin!

Svensk-danska sangarinnan fekk øll við á Sandinum tíðliga í kvøld - og hon ætlar sær aftur á G!-festivalin, sigur hon.

Lucky Lo á palli (Myndir: Hanna Eivinsdóttir)

– Eg veit ikki, um man sleppur at spæla trý ár á rað. Men tað hevði eg gjarna viljað!

 

Soleiðis rópti ein ovurfegin Lucky Lo av pallinum á Sandinum fyri lítlari løtu síðani. Hon spældi eina rimmar konsert og dugdi væl at fáa áskoðararnar við.

 

Tá konsertin nærkaðist endanum, hevði hon eitt lítið yvirraskilsi.

 

– Her koma Elinborg, Lea, Søren og Katrin, segði Lucky Lo, meðan tey trý runnu inn á pallin, øll ordiliga við upp á tað, meðan tónleikararnir byrjaðu at spæla introina til næsta sangin.

 

– Hetta er ein sangur um, at lívið er for stutt til at siga nei! segði hon og vísti á, at hendan boðskapin kundu vit áskoðarar væl taka til sín.

 

Fólk vóru við upp á tað, og tað vóru tey eisini, tá hon nakað áðrenn spældi sítt støsta hitt "Supercarry" við flottum ljósshowið og grafikki.

 

At takkaði Lucky Lo nógvar ferðir og segði, at hon nú gleddi seg til at síggja Eivør á Sandinum seinni.

 

##med2##

 

##med3##

 

At Lucky Lo væl dámar hendan festivalin, lat hon ongan iva vera um.

 

– Yes to you, yes to G! Festival! segði hon.

 

##med4##

 

##med5##

 

Lucky Lo á palli (Myndir: Hanna Eivinsdóttir)