Lucifer hevur kravt fleiri mannalív

Ógvuslig hitabylgja er í Evropa í hesum døgum

Ætlar tú út at ferðast ta næstu vikuna, ræður um at halda eyga við hitastigunum. Í øllum førum, um tú fert til Evropa.

 

Hitin í Evropa er óvanliga høgur í hesum døgum, og í fleiri londum verður ávarað um at vanda sær, tá ein fer útum.

 

Tað er hitabylgjan, ið nevnist Lucifer, sum hevur elvt til undanstaksstøðu í bróðurpartinum av londunum í Evropa.

 

Sky News skrivar, at hitin er farin heilt upp í 47 hitastig, millum annað í Spania, Fraklandi, Grikkalandi, Italia og Kroatia.

 

Í minsta lagi hava tvey fólk latið lív í Rumenia og Póllandi. Harafturat eru mong koyrd á sjúkrahús við sólstingi. Hitin hevur eisini elvt til skógareldar og burturflyting av fólki.

 

Hitamet í Evropa var í Aten í juli mánaði í ár, tá 48 hitastig vórðu máld.