ALS-skipanin skal skipast og boostast til ein arbeiðsmarknardepil

Okkum tørvar arbeiðsmegi í vanlukkuligt mát í Føroyum. Tað má frameftir loysast meiri haldbart.

 

Við einum arbeiðsmarknaðardepli fer at bera til at smíða, loysa og fíggja neyðugu loysnir við støði í verandi og komandi avbjóðingunum hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum. 

 

Tað fer eisini at styrkja partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum framhaldandi koma at sita við róðrið.

 

Vit mugu altíð at hava fingurin á pulsinum um hvørja arbeiðsmegi ein samlaður arbeiðsmarknaður hevur tørv á ,  og alla tíðina royna at vera uppá forkant við framtíðarkrøvini.

 

Ein arbeiðsmarknaðarpolitikkur má m.a tryggja at neyðug átøk áhaldandi verða gjørd fyri at tryggja tøka og vælútbúgvna arbeiðsmegi, skapa góðar fortreytir og karmar hjá hugaðum vinnurekandi og annars møguleika hjá øllum áhaldandi at útbugva og førleikamenna seg.

 

Eisini mugu vit vera uppá forkant við - og handla uppá framtíðarkrøv og broytingar, sum bara fara at henda skjótari og skjótari.

 

Ein arbeiðmarknaðarpolitikkur má byggja á samstarv millum politiskar myndugleikar og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og her er ALS-skipanin heilt sentral.

 

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum fyrisita ALS-skipanina og hava prógva síðan 1992 at stýra í mun til broytiligu samfelagsligu avbjóðingarnar, og tað er neyðugt at gera aftur nú.

 

Í hinum norðurlendsku londunum hálova tey okkara ALS-skipan, tí hon er einføld og smidlig, er forankað og fyrisitin av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, er fíggjarliga sterk og hevur stórt sjálvsræði.

 

Tí kann hon smidliga spennast fyri stóru arbeiðsmarknaðarpolitisku avbjóðingarnar.

 

Føroyar skulu hava ein arbeiðsmarknað við rættindum fyri øll og ta avbjóðing fer Tjóðveldi eisini at loysa!

 

Vel tú tí Tjóðveldi

 

X við lista E

 

X við Høgna í Stórustovu