Ølsølur ikki bodnar við

- Útlendsku gestirnir mundu uttan iva undra seg yvir, at ongin frá okkara yrki var við á skránni hjá rúsevnaráðstevnini fyrr í vikuni. Men vit vóru tíverri ikki bodnir við, sigur Johan Mortensen, stjóri á Restorffs Bryggjarí

Tjúgunda norðurlendska rúsevnaráðstevnan var í ár hildin í Føroyum. Stevnan endaði týsdagin, og eitt av høvuðsevnunum tann dagin var evnið "Ábyrgdarfull skeinking". Svensku og norsku umboðini høvdu drúgvar fyrilestrar um fyribyrgjandi átøk í hesum sambandi, og í báðum londum spældi leikluturin og samstarvi við matstovur og vertshús ein høvuðsleiklut í átøkunum. Men úr Føroyum var ongin, sum umboðaði hvørki matstovur ella onnur skeinkistøð.
- Orsøkin til, at at ongin frá Restorffs Bryggjarí var at síggja, var at vit ikki vóru bodnir við. Og tað undrar meg stórliga, tí tað mátti verið upplagt at, at okkara sjónarmið eisini vóru umboðað á eini slíkari ráðstevnu, sigur Johan Mortensen.

Kenna stóra ábyrgd
Tað var Fyribyrgingarráðið í Føroyum, sum skipaði fyri árligu stevnuni, sum hevur til endamál at menna norðurlendska samstarvið um fyribyrging av misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum og at kunna um gongdina á alkoholpolitisku økinum í Norðurlondum sum heild.
- Eg havi allarstørstu virðing fyri arbeiðinum, sum Fyribyrgingarráðið og onnur gera á hesum økinum, og eg haldi tað vera eitt frálíkt hugskot við hesum ráðstevnunum. Men tá ongin frá skeinkistøðunum er boðin við, fert tú at spyrja teg sjálvan, hvørjum ein slík stevna er ætlað, sigur Johan.
- Sum øll onnur vita vit sjálvandi, hvussu syndarligar avleiðingar ovurnýtsla av rúsdrekka kann hava. Og ongin skal vera í iva um, at vit sum framleiða og skeinkja hesa vøru, kenna stóra ábyrgd fyri, hvussu hon verður brúkt. Vit vilja heldur enn fegnir vera við í tí fyribyrgjandi arbeiðnum, og tí harmast vit um, at Fyribyrgingarráðið ikki hevur vent sær til okkum í hesum spurningum.

Markað avgjald
Johan leggur atfturat, at teir á Restorff's ofta hava tosað um, hvussu fyritøkan kundi átikið sær ein størri leiklut, tá tað ræður um fyribyrging av ovurnýtslu av rúsdrekka. Tað kundi verið gjørt uppá ymsar mátar, men sjálvur heldur Johan, at tað hevði veri eitt fínt hugskot, at sett ein part av tí høga ølavgjaldinum av til fyribyrgjandi arbeiði.
- Ein stovnur sum Fyribyrgingarráðið hevur neyvan alt ov nógvar pengar at arbeiða við. Eftir mínum tykki átti tað at verið upplagt at markað nakrar av øllum hesum milliónunum til arbeiði hjá einum slíkum stovni.

Positivt rák
Johan vísir á, at donsk bryggjarí leggja nógvar pengar og orku í tað fyribyrgjandi og upplýsandi arbeiði, og eins og í Svøríki og Noreg er ongin longur í iva um, at tað gevur úrslit.
- Tað ber til at broyta hugburðin hjá fólki ? eisini tá tað ræður um nýtslu av rúsdrekka. Alt bendir í løtuni til dømis á, at fólk heldur drekka veikt øl og vín enn sterkt rúsdrekka. Tað er uttan iva eitt tekin um, at fólk í størri mun seta tað at drekka í samband við njótilsi og hugna heldur enn at drekka seg full.
Hetta er eitt positivt rák, sum vit sjálvandi eiga at stimbra, meðan vit hava møguleikan. Sum landstýrismaðurin í heilsu- og almannamálum segði, so eru trupulleikarnir av misnýtslu ikki nakað, sum fer burtur við at lata eyguni aftur. Fyrsta treytin er, at vit tosa opið um hetta evnið ? og tað krevur, at øll sjónarmið sleppa framat, sigur stjórin á Restorff's at enda.