LRC-skeið á Klaksvíkar Sjómansskúla

Radioskeið

Mikudagin varð radioroyndin LRC (long range certificate) hildin á Klaksvíkar Sjómansskúla. Hetta er fyrstu ferð, at hendan radioroyndin er hildin í Føroyum.
Krøvini til skipini um radioútbúna eru økt, og tí eru tey gomlu VHF-prógvini ikki nøktandi longur. Skip skulu í framtíðini umframt tann vanliga VHFin eisini hava digitala VHF útgerð (DSC), og tí er nú neyðugt við størri prógvi, og tað hava teir á Klaksvíkar Sjómansskúla tikið til eftirtektar og hava bjóðað fram skeið í LRC.
LRC-prógvið nøktar tørvin hjá fiskiskipum, ið eru oman fyri 24 metrar í longd, sum eisini fiska ella sigla í A2 øki. A2 økið er øki, ið er uttan fyri har sum VHFurin kann nýtast til samskifti við land.
Hetta skeiðið, ið nú er lokið, var hildið um kvøldarnar, men í framtíðini verða tey hildin um dagin, so at tey taka minni tíð. Ætlanin er, at næsta skeið skal byrja hin 25. februar og próvtøkan verður so hildin fríggjadagin í somu viku.
Klaksvíkar Sjómansskúli hevur fingið nógvar fyrispurningar um hetta skeiðið, og um fólk hava hug at tekna seg til tað er bara at ringja til sjómanskúlan á telefon 456128.