LP-plátan hevur fingið nýtt lív

Sølan av vinylplátum var í fjør tann størsta í 25 ár. Nostalgi og nýrák hava fleirfaldað søluna

Tað vóru dagar, tá ið fólk, sum vildu hoyra tónleik, varliga tóku svørtu vinylplátuna úr húsanum, løgdu hana á mælandi plátuspælaran og førdu nálina niður á plátuna. Soleiðis var mest vanligi mátin at spæla tónleik frá fimti árunum og fleiri áratíggju fram – til fløgan seinast í 1980’unum kom buldrandi inn á marknaðin og so líðandi køvdi søluna av vinylplátum. Eftir fløguna komu stroymingstænastur, sum síðani hava mest sum lagt fløguna í grøvina.

Síðani 2007 hevur rákið verið, at sølan av vinylplátum hevur verið vaksandi kring heimin. Uppgerð hjá felagsskapinum IFPI vísir, at síðani 2007 er alheims sølan av vinylplátum støðugt vaksin, og í fjør var sølan tann hægsta seinastu 25 árini. Blaðið Forbes skrivar, at tónleikavinnan metir, at í ár fara at verða seldar 40 milliónir nýggjar LP-plátir kring heimin.

Eisini í Føroyum merkist vaksandi áhugin fyri søluni av vinylplátum. Plátuhandilin Tutl í Havn hevur seinnu árini selt LP-plátur, og sølan hevur í nýggjari tíð ikki verið størri, enn hon er nú. Samanborið við í fjør, er sølan av vinulplátum fleirfaldað.

- Áhugin fyri plátum er stórur, og tað eru bæði tilkomin fólk og yngri fólk, sum keypa sær plátur. Tey tilkomnu finna sær ivaleyst pláturnar framaftur og keypa afturat, meðan tey ungu nú í størri mun byrja at lurta eftir plátum, sigur Olivur Eystberg, sum starvast hjá Tutl, við VikuskiftisSosialin.

Fleiri orsøkir eru til, at vinylplátan hevur fingið comeback og rullar ímóti einari bjartari framtíð. Formatið, ljóðgóðskan, listarligu húsarnir og annað eru viðvirkandi til, at alt fleiri fólk fara aftur til vinylplátuna.

- LP-plátan er eitt lekkurt format. Húsarnir eru stórir, og onkursvegna eru teir eisini ofta eitt listaverk. Fløgan, sum avloysti LP'ina, er eitt munandi minni sjarmerandi format. Lívið er ov stutt til brotnar plastikkhúsar. Man kann siga, at fløgan gjørdist óneyðug, tá digitaliseringin tók dik á seg, og tónleikurin gjørdist tøkur online, men júst hetta rákið hevur slóðað fyri, at LP-plátan, sum er eitt heilt annað format, kundi fáa comeback, sigur Niels Uni Dam, tónleikaummælari, við VikuskiftisSosialin.