Loyvt at skeinkja uttandura

Landstýrismaðurin við Vinnumálum hevur broytt kunngerðir um rúsdrekkasølu hjá hotellum og matstovum, nú er loyvt at skeinkja uttandura, umframt at matstovur og hotellir kunnu fáast mongdaravsláttur frá Rúsdrekkasølu Landsins.

Í vikuskiftinum bar Útvarpið tíðindi um, at nú ber til at skeinkja uttandura, og at matstovur og hotellir kunnu selja rúsdrekka út úr húsinum saman við tilgjørdum mati. Tað er Landstýrismaðurin við Vinnumálum, ið hevur broytt tvær kunngerðir, so matstovur og hotellir kunnu skeinkja uttandura, á avmarkaðum øki upp at staðnum.
Harumframt kunnu matstovurnar selja rúsdrekka út úr húsinum til móttøkur og veitslur saman við tilgjørdum mati, um vørurnar verða bílagdar eina viku frammanundan. Bjarni Djurholm. landsstýrismaður við Vinnumálum sigur, at hetta er eftir ynski frá vinnuni. Matstovur og hotellir skipa fyri veitslum, og í hesum sambandi hevur tað verið ynskiligt, at tey eisini sleppa at standa fyri innkeypinum av víni til matin.
Hin broytingin er somuleiðis bert galdandi fyri matstovur og hotellir. Frá 1. mai kann Rúsdrekkasøla Landsins geva teimum avsláttur, sum keypa nógv. Bjarni Djurholm, landstýrismaður við vinnumálum, sigur, at tey hava arbeitt við hesum málum leingi.
- Talan er í báðum førum um restriktivar broytingar. Vit hava vurdera hetta leingi og hava tosað við bæði vinnuna og Fyribyrgingarráðið, fyri at einki óskil skal vera í hesum, hava vit gjørt tað somikið restriktivt, greiðir Bjarni Djurholm frá.
Fyri at fáa loyvi at skeinkja úti skal søkjast um serligt skeinkiloyvi afturat tí vanliga. Áðrenn loyvisnevndin gevur hetta loyvið, skal tað ummælast hjá bæði kommunu og løgreglu. Hetta er fyri, at loyvini skulu vera til so lítlan bága sum til ber, sigur landstýrismaðurin.
- Lokalu myndugleikarnir hava best innlit í, hvussu hetta best kann gerast, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur somuleiðis, at tey hava vent málinum í samgonguni.
- Talan er um eina sera avmarkaða víðking av skeinkiloyvum. Her er ikki talan um, at loyva ad hoc sølu av rúsdrekka út av húsinum, ella um at klubbar og ølstøð sleppa at víðka um søluna, sigur Bjarni Djurholm.
Hann væntar heldur ikki, at broytingin fer at merkja, at prísurin á rúsdrekka fer niður á matstovum, ístaðin verður møguleiki hjá mastovum at keypa dýrari vín, ella at fáa meira til raksturin.
Avslátturin hjá matstovum skal sambært landsstýrismanninum fíggjast av lógarbundna yvirskotinum hjá Rúsdrekkasølu landsins. Hann ætlar at taka málið upp í sambandi við eykajáttanina fyri mars, men tað er greitt, at fyrstu tíðina verður talan um avmarkaðan avsláttur. Men í sambandi við fíggjarlógina fyri 2008 verður málið tikið uppaftur til viðgerðar, tá skal lógarbundna yvirskotið endurskoðast alíkavæl, sigur Bjarni Djurholm.