Loyvir spælarunum at drekka vín

Venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini sigur, at tað er sera týdningarmikið, at spælarnir ikki spara uppá kaloriurnar áðrenn teir skulu spæla dyst. Tí hevur hann heitt á sínar spælarar, um at drekka eitt glas av víni, dagin fyri teir skulu spæla dyst. Hetta skrivar enska blaðið, Daily Star.

 

- Maturin ein etur, áðrenn ein dyst er eisini týdningarmikil, slær Roberto Mancini fast. - Spælarnir hava tørv á at eta pitsa, høsnarunga og karbohydratir. Men hetta hevur ikki verið loyvt teimum áður, staðfestir Roberto Mancini.

 

Teir flestu venjarnir í Premier League, sum t.d. Arsene Wenger hjá Arsenal og Harry Redknapp hjá Tottenham hava bannað sínum spælarum at drekka alkohol, áðrenn dystir.

 

Í Tottenham er tað ikki loyvt at nema alkohol 48 tímar áðrenn ein dyst í Premier League, og Arsene Wenger hevur innført eitt fullkomið alkoholbann í Arsenal.

 

Arsene Wenger krevur eisini, at spælarnir hjá Arsenal lata urinroyndir, so hann kann vissa sær, at teir ikki nerta alkohol.