Loyvi at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, sigur, at hon vil gera enda á eini dupultmoralskari lóg í Føroyum

- Nú er tíðin komin til at vit eisini fáa loyvi til at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum.

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldið, hevur stungið høvdið beint í úlvsins kjaft.

Tað gjørdi hon í gjár, tá ið hon legði uppskot fyri Løgtingið um at vit eisini skulu hava loyvi til at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum.

At tosa um rúsdrekkalogina er sum at spæla við eld, tí tað hevur altíð verið ógvuliga umstrídd.

Men Bjørt Samuelsen heldur kortini, at nú er stundin komin at geva føroyskari vinnu somu sømdir, sum útlendska vinnu.

Í Føroyum er ikki loyvt at bryggja øl, sum er sterkari enn 5,8%.

Hinvegin er tað loyvt at innflyta, selja og drekka annað rúsdrekka, sum er upp til 60%.


- Vit innflyta yvir 100.000 litrar av útlendskum rúsdrekka til Føroyar og tað er dupultmoralskt, at vit ikki skulu hava loyvi til at bryggja tað sjálvi, sigur løgtingskvinnan.


Kappingaravlagandi

Men dupultmoralur er eitt. Eitt heilt annað er, at avmarkingarnar í rúsdrekkalógini gera, at føroyska bryggjarívinnan er fyri mismuni -og tað enntá í sínum egna landi- og hevur ikki møguleikar at kappast við útlendska vinnu.

- Fyri at javnseta føroysk, íslendsk og onnur útlendsk bryggjarí eigur rúsdrekkalógin at verða broytt so at tað ber til hjá føroyskum bryggjaríum at bryggja og útflyta øl, sum er sterkari enn 5,8 % og at bryggja brennivín upp til 60%.

Hon staðfestir, at nú er bara eitt bryggjarí eftir í landinum.

- Eingin ivi eru um, at føroyska bryggjarívinnan hevur trongt rásarúm og sera avmarkaðar møguleikar at vaksa, bæði á heimamarknaðinum og á útlendskum marknaðum, sigur Bjørt Samuelsen.

Hon vísir eisini til umstrídda Hoyvíkssáttmálan

- Hann letur upp fyri kapping og meginreglan er, at somu kappingartreytir skulu galda fyri føroysk og íslendsk feløg.

Men íslendsk bryggjarí kunnu bryggja bæði øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent, og brennivín og selja á íslendska marknaðinum og útflyta til onnur lond

Tó kunnu íslendsk bryggjarí selja øl í Føroyum, sum er sterkari enn 5,8%.

- Hinvegin hava føroysk bryggjarí als ikki somu møguleikar, tí tey hava ikki loyvi at bryggja og selja øl sterkari enn 5,8 %.

- Sostatt er møguleikin at kappast á marknaðum uttan fyri Føroyar, sera avmarkaður.

Hon heldur, at hetta er ikki bara óheppið fyri bryggjarívinnuna.

- Sum land missa vit eisini møguleikan at gera vart við okkum við einari vøru, sum vit kunnu nýta at branda føroyska framleiðslu við, sigur løgtingskvinnan.

Hon vísir eisini á, at Føroya Bjór hevur vunnið fleiri kappingar uttanlands fyri gott øl.

- Men henda fyritøka er ofta skerd frá at vera við í átøkum uttanlands, har ymisk bryggjarí kappast um heiðurin at hava tað besta ølið, tá ið um talan er um øl, sum er sterkari enn 5,8%.

- Hesi átøk í útlandinum hava stóran týdning fyri bryggjaríið, tí vinnarin verður kendur og fær harvið økt um sín marknaðarpart.

- Trupulleikin er, at treytin fyri at luttaka í tílíkum átøkum oftani er, at ølið skal vera sterkari enn 5,8 %.

Hon sigur eisini, at seinastu árini er øl er eisini vorðin ein týðandi partur í einari vaksandi matvøruvinnu í londunum rundan um okkum.

- Lítil ivi er um, at Føroyar her hava eina vinnu, har vit kunnu gera okkum galdandi. Men sum er, hevur føroyska bryggjaríið ikki atgongd til henda spennandi vaksandi marknaðin, og tað er ein missur bæði fyri vinnuna og fyri okkum sum land, sigur Bjørt Samuelsen.

Bjørt Samuelsen var landsstýriskvinna í vinnumálum í CHE samgonguni, sum slitnaði fyri einum mánaði síðani.

Tá arbeiddi hon eisini við eini ætlan um at geva loyvi til at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum.

Málið var komið so langt, at málið var til umrøðu á landsstýrisfundi hjá CHE samgonguni, beint áðrenn hon slitnaði og har fekk Bjørt Samuelsen undirtøku frá landsstýrinum fyri at arbeiða víðari við málinum.

Tað hevur hon so gjørt, men hon lukkaðist ikki at leggja uppskotið fram, áðrenn samgongan slitnaði. Men hóast hon nú situr í andstøðu, hevur hon so nú lagt uppskot fyri tingið um at broyta rúsdrekkalógina, so at vit sleppa at bryggja sterkt í Føroyum.

Hon sigur, at tað er alt Tjóðveldi, sum leggur uppskotið fram og av tí, at undanfarna samgonga var so jalig, hevur hon vónir um, at tað fær nóg stóra undirtøku í Løgtinginum

Les eisini samrøðuna við stjóran í Føroya Bjór, Einar Waag, sum sigur, at tey hava roynt í 20 ár at sleppa av við eina tápuliga rúsdrekkalóg, sum hann málber seg