Loyva bygging av gistingarhúsum undir Bryggjubakka

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. apríl 2024 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og gomlu Havnina.

 

Býráðið skrivar, at endamálið við uppskotinum er at broyta ásetingar fyri D eindirnar (Vinnulívsendamál), soleiðis at gistingarhús eisini kunnu staðsetast við økið Undir Bryggjubakka. Harafturat verður fylgiskjal 4 dagført, soleiðis at byggilinjan fyriheldur seg til umstøður í dag, í mun til bygningar og bryggju.

 

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 4, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 3. mai 2024 til 14. juni 2024.

 

– Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 14. juni 2024, skrivar Tórshavnar býráð.

 

Meira kann lesast um málið her: