Fríggjadagin skipaði Vinnukavaraskúlin saman við Vørn og Landssjúkrahúsinum fyri venjing fyri vinnukavaranæmingar í trýsttanganum á Landssjúkrahúsinum.
Venjingarnar eru eitt krav, tá talan er um at útbúgva vinnukavarar. Hetta eru sonevndar kognitivar venjingar sum merkir, at kavararnir skulu loysa skrivligar uppgávur, meðan teir eru undir einum trýsti, ið samsvarar við at kava niður á 30 metra dýpi í sjónum.
- Tá kavari er undir so stórum trýsti, gerast lættar uppgávur eitt sindur meira torførar at loysa. Alt gekk av tí allar besta, og fingu bæði kavarar og starvsfólkini hjá Vørn og Landssjúkrahúsinum nógv burtur úr, verður sagt í tíðindaskrivi.