Loysti seg at treiskast

Teir báðir tingmenninir úr Sandoy halda, at tað loysti seg væl at vera treiskir, tí nú síggja teir ordiliga fyri sær, at Sandoyartunnilin verður veruleiki um heilt stutta tíð

Í eitt hálvt ár hava báðir Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg, treiskast fyri at fáa undirtøku í samgonguni fyri at fara undir Sandoyartunnilin næsta ár og teir hava enntá verið til reiðar at seta samgonguna í vanda fyri at fáa sín vilja, tí teir hava ikki viljað hoyrt talan um, at útseta hann.

Hósdagin viðgjørdi samgongan so spurningin um báðar undirsjóvartunlarnar og niðurstøðan var, at nú skal ein nevnd setast við tveimum umboðum fyri hvønn av teimum trimum samgonguflokkunum, umframt landsstýriskvinnuni í vinnumálum, Bjørt Samuelsen og landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Karsteni Hansen.

Nevndin skal vera liðug við sítt arbeiði á ólavsøku, tá ið úrslitið aftur skal leggjast fyri samgonguna.

Enn er ikki avgjørt, hvør annar skal manna bólkin, men tað er rættiliga vist, at teir báðir sandoyartingmenninir, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu vera við í bólkinum.

Grundstøðið undir arbeiðsbólkinum, verður uppleggið hjá landsstýriskvinnuni í vinnumálum, sum vit nema við í hinari greinini á Portalinum, men landsstýriskvinnan er opin fyri øllum møguleikum uttan einum og tað er, at tað almenna fer undir báðar tunlarar ísenn, tí tað kemur ikki upp á tal.

Teir báðir, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu eru rættiliga væl nøgdir við fundin í gjár og teir eru samdir um, at teir merktu ein ektaðan vilja í samgonguni til at finna eina semju.

- Skulu vit finna eina semju, er neyðugt at allir partar sleppa treytaleysum krøvum og tað hava vit sandoyartingmenn eisini gjørt, sigur Páll á Reynatúgvu.

Men teir staðfesta báðir, at tað kemur framvegis ikki upp á tala at Sandoyartunnilin verður útsettur í fleiri ár.

Hetta merkir, at teir krevja báðir tveir, at skjøtil skal vera settur á Sandoyartunnilin í hesum valskeiðnum.