Loysti seg at rýma undan skattinum

Tað loysti seg hjá franska filmsleikaranum Gér­ard Dep­ar­dieu at flýggja til Russlands fyri at sleppa lættari í skatti.

Tað vakti stóran ans, tá Gérard Depardieu gjørdi av at rýma úr Fraklandi við teirri grundgeving, at hann vildi ikki rinda franska toppskattin, sum er 75 prosent.

 

Ístaðin valdi tann heimskendi fransmaðurin at flyta til Russlands, og sambært russiska blaðnum Izvestia loysti tað seg, tí í Russlandi rindar Depardieu bara seks prosent í skatti av sínum inntøkum.

 

Sambært blaðnum er Gérard Depardieu skrásettur sum sjálvstøðugur vinnurekandi, og har kemur hann í ein bólk, sum bara rindar seks prosent í skatti. Flestu russar rinda annars 13 prosent. 

 

Fyri einum ári síðani bleiv Depardieu skrásettur sum búgvandi í býnum Saransk, og tá ljóðaði, at hann skuldi hava eitt vertshús har. Men sambært Izvestia hevur hann ikki verið í býnum síðani í mai í fjør.