Loysnin við Rásini nærkast

Um nakrar dagar fer Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, at kunngera, hvar næmingarnir, sum vóru á Rásini í Runavík, sleppa at húsast.

Næmingarnir, sum fyri jól vóru lidnir við útbúgvingina á Rásini í Runavík, fingu lyfti um, at tað skuldi vera eitt heim til teirra, tá ið teir fóru av Rásini.

Jólini eru nú farin afturum, og enn vita hvørki næmigarnir, foreldrini ella Morten Hust Pedersen, sum er leiðari á Rásini, ikki, hvør framtíðin er hjá teimum sjey næmingunum.

Morten Hust Pedersen hevur framvegis ikki frætt nakað, men Annika Olsen, landsstýriskvinna, staðfestir, at tað verður arbeitt við málinum.

Áðrenn nakað hendir, má ein kunngerð gerast, og henni verður arbeitt við nú.

Tað snýr seg um, at Húsalánsgrunnurin kemur uppí.

- Tað er ein bústaður við perspektivum og verður fyrsti liður í eini heildarætlan fyri at geva fólki við skerdum førleika betri umstøður alt eftir tørvi á avbjóðingum, sigur Annika Olsen.

Loysnin er nær, men um hon verður kunngjørd fyri nýggjár ella beint eftir nýggjár – tað veit hon ikki enn.