Loysnin finst við samráðingarborðið

Pedagogfelagið fær nú stuðul frá einum øðrum fakfelag

Føroya Pedagogfelag fær í dag stuðul í stríðnum um betri lønarsømdir. Tað er Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum fyri løtu síðan sendu fjølmiðlunum eitt skriv, har tey veita sjúkrarøktarfrøðingunum sín stuðul.


Yvirlýsingin er fylgjandi:


- Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil hervið vísa sín stuðul til Føroya Pedagogfelag í stríðið teirra fyri at fáa betri sømdir til limir sínar.


- Semja finst bert, um partarnir seta seg saman fyri at finna eina felags loysn. Tí vilja vit heita á partanar um at seta seg aftur við samráðingarborðið. Tað er har, loysnin eigur at finnast.


- Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil eisini gera vart við, at í samband við verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag verður noktað limum felagsins at taka upp verkfalsrakt arbeiðið.