Helgi Abrahamsen
3. mai 2002 hevði Dimmalætting eina samrøðu við Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra, í sambandi við at umboðsstovurnar vórðu gjørdar til sendistovur. Eg loyvi mær at endurgeva ein part av samrøðuni her:
- Nú er so talan um ambassadur ella sendistovur. Merkir tað, at føroysku umboðsstovurnar uttanlands hava fingið eina nýggja tignarstøðu og størri diplomatiskan týdning?
- Nei, innihaldið er tað sama sum fyrr. Vit hava ikki føroyskar ambassadur uttanlands. Føroyar eru ikki ein sjálvstøðug tjóð, og tí ber ikki til hjá okkum at hava ambassadur so, sum onnur lond hava.
- Men sendistovur og ambassadur eru tvey orð um sama fyribrigdi.
- Ja, men vit leggja okkara egna týdning í heitið sendistovur. Vit siga jú eisini um okkara aðalstýrir, at tey eru ministeriir ella ráðharrastovur.
- Vil tað siga, at vit heldur ikki hava sendimenn, so sum fyriskipanin sipar til?
- Jú, vit hava okkara sendimenn, men teir eru ikki ambassadørar. Teir eru okkara umboð uttanlands, eins og teir hava verið higartil, greiðir løgmansstjórin frá.
- Er tað rætt at brúka hesi heitini, tá tey kortini ikki svara til innihaldið?
- Ja, vit hava valt at brúka hesi altjóða heitini, men sum nevnt er innihaldið okkara egna.
- Er tað ikki at prýða seg við læntum fjaðrum at kalla umboðsstovurnar fyri sendistovur, tá tær kortini ikki eru veruligar sendistovur?
- Nei, eg haldi ikki, at nakar pyntar seg. Vit dylja jú ikki, at talan ikki er um ambassadur, sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri. (endurgeving endað)
Poul Michelsen sigur, at við at broyta heitið “sendistova” til “umboðsstova”, so er málið loyst. Men er tað so sum Marjun Hanusardóttir sigur, so eru sendistovurnar í veruleikanum umboðsstovur, bara við einum øðrum heiti.
Hvør er so trupulleikin?