- Eg dugi ikki at síggja, at tað er grundarlag fyri at hava tveir flogvøllir í Føroyum.
Tað heldur Finnbogi Niclasen.
Hann er stjóri á Flogvøllinum í Vágum, men hann sigur, at í hesum sambandi talar hann bara fyri seg sjálvan.
Seinastu tíðina hava nógv ført fram, at vit skulu hava tveir flogvøllir í Føroyum fyri at hava eitt alternativ til vøllin í Vágum - ella fyri at vøllurin í Vágum kann verða eitt alternativ til hin vøllin.
So tá ið líkindini ikki eru at brúka annan vøllin, kann hin brúkast.
Men samfelagsliga heldur Finnbogi Niclasen ikki, at hetta er skilagott.
- Vit hava so fá ferðafólk, at eg dugi ikki at síggja, hvussu tað kann verða grundarlag fyri at hava meiri enn ein flogvøll í Føroyum, sigur hann.
Tí dugir hann ikki at síggja annað enn tað, at verður ein annar flogvøllur gjørdur í Føroyum, verður vøllurin í Vágum afturlatin.
Kostar 21 milliónir
Í ár ferðast eini 200.000 ferðafólk umvegis flogvøllin í Vágum.
- Vøllurin hevur eina inntøku upp á einar 21 milliónir um árið og tað svarar akkurát til útreiðslurnar til lønir, kavarudding, flúgvileiðslu, trygdareftirlit, streym, varma og aðrar útreiðslur annars.
Sostatt stendur akkurát upp og niður hjá vøllinum.
- Men tá er ikki eitt oyra sett av til útbyggingar og dagføringar av nøkrum slagi.
Av tí sama er neyðugt at taka pening úr Føroyagrunninum fyri at fíggja arbeiðið at longja vøllin úr 350 metrar, úr 1200 metrum, upp í 1600 metrar.
Hetta vísir, at tað er ikki grundarlag fyri at reka flogvøll í Føroyum við tí ferðafólkatali, sum er nú, hvørki ein og enn minni fleiri vøllir.
Umframt tær árligu rakstrarútreiðslurnar, fer ein fullfíggjaður, nýggjur flogvøllur helst at kosta eina lítla milliard at byggja.
Sostatt dugi eg slett ikki at síggja, hvussu tað samfelags búskaparliga kann forsvarast at hava tveir vøllir í Føroyum við tí lítla ferðafólkagrundarlagi, sum her er.
Finnbogi Niclasen sigur, at tað eru strong krøv til flogvøllir og til, hvørja útgerð, teir skulu hava.
Men tað hevur enntá verið frammi, at verða tveir vøllir í Føroyum, skal útgerð og manning ferðast ímillum vøllirnar, so tá ið annar er stongdur, skal alt apparatið flytast á hin vøllin.
- Soleiðis kunnu fólk práta, sum ikki vita, hvat tey tosa um, er stutta viðmerking hjá Finnboga Niclasen til tað.
Hann sigur við øðrum orðum, at hetta er heilt burturvið
- Antin er ein flogvøllur opin, ella er hann stongdur. Tað ber ikki til at senda boð aðruhvørja løtu út í heim um, at nú er ein vøllur stongdur, ella nú er ein vøllur opin. Øll mugu vita, hvørjir vøllir eru í Føroyum og tí ber ikki til at hava ein vøll, sum er stongdur í tíð og úrtíð. Skulu vit hava tveir vøllir, skulu eru báðir opnir, tí alt annað er burturvið.
Sjálvur heldur Finnbogi Niclasen, at tað er ríkiligt við einum vølli í Føroyum. Men er politiskur vilji til at vit skulu hava tveir vøllir, so hava vit tveir vøllir. Men samfelagsbúskaparliga er tað lítið skilagott.
Kortini heldur Finnbogi Niclasen, at tað er í fínasta lagi, at ein kanning er sett í verk av, hvar tað er best at leggja ein flogvøll.
Hann staðfestir, at tað er altíð ein politiskur spurningur um, hvar í Føroyum, flogvøllur skal vera og tað leggur hann seg ikki út í.
Annars verður mangan víst á, at Hetlendingar hava fleiri flogvøllir, hví kunnu vit so ikki hava tveir.
Hetlendingar hava ein høvuðsvøll í Sumburgh Head. Men Atlantsflog hevur víst á, at har eru umstøðurnar í hvussu so er lítið mætari enn í Vágum. Annars hava teir onkrar smáar vøllir upp á nakrar hundrað metrar, ella ein kilometur, men tað, sum tosað verður um í Føroyum.
Men er tað so rætt at brúka pening upp á at longja vøllin í Vágum, skuldi tað hent, at politisk avgerð verður tikin um at gera ein heilt annan vøll onkra staðni í Føroyum?
- Tað er skeivt at tengja hesi bæði viðurskiftini saman. Tað er avgjørt neyðugt at longja vøllin í Vágum, tí umstøðurnar eru so vánaligar, at verður hann ikki bygdur út nú, brennur alt saman. Og verður politiska niðurstøðan, at vit skulu hava ein annan vøll, tosa vit í øllum førum um, at tað ganga nógv ár, til hann er liðugur og vit kunnu ikki bíða í fleiri ár, uttan at gera ábøtur í Vágum, sigur Finnbogi Niclasen.