Loysir seg ikki at fáast við villan laks

Summi norsk virkir gjørt av ikki at keypa villan laks, tí hesin hevur ikki nóg góða góðsku sammett við aldan laks, verður skrivað í tíðindaskrivinum frá Vinnuhúsinum

Sambært norska blaðnum Fiskaren hava summi norsk virkir gjørt av ikki at keypa villan laks, tí hesin hevur ikki nóg góða góðsku sammett við aldan laks.

Villi laksurin vísir seg m. a. at vera ov ójavnur í litinum og hava skaðar av gørnunum. Virkini fingu seinasta ár so nógvar klagur frá keyparum, at tað loysir seg ikki at fáast við villan laks longur.

Hetta hevur við sær, at prísurin á villum laksi fellur. Keyparar á evropeiska marknaðinum vilja ikki longur gjalda høgan prís fyri villan laks, sum ikki heldur sama góðskustøðið sum aldi laksurin.


Royndarveiði aftur

Felagið Laksaskip seldi í fleiri ár laksakvotu sína í Føroyskum sjóøki til altjóða felagsskapin North Atlantic Salmon Fund, í íslendingurin Orri Vigfusson myndar. Í 1999 var kvotan ikki seld, og eitt skip var á royndarveiðu. Í ár var fiskiskapurin tikin uppaftur, men bert eitt skip var áhuga í at royna seg á laksaveiðu.

Royndirnar í fjør vístu, at rættuliga góður prísur fekst fyri laksin. Hetta er fiskiskapur við línu og einki hevur verið at hoyrt um, at góðskan ikki var í ordan.