Stendur tú og hugsar um at selja húsini, er eitt tað eitt gott hugskot at tjekka, um tú ikki átti at gjørt eitt átak fyri at spara um orkunýtsluna.
Tey ið leita eftir húsum, gjalda nevniliga munandi meiri fyri eini hús við lágari orkunýtslu, vísir ein greining sum meklarafyritøkan EDC hevur gjørt kring alt Danmark.
Í miðal verða eini vanlig hús frá 70´unum minst 170.000 krónur meiri verd, um ein hevur gjørt okkurt ítøkiligt við orkusparingina.
Her kann talan m.a. verða eftirbjálving, útskifting av hurðum og vindeygum og fer yvir til A-merktar hvítvørur.
- Hetta svarar til 11 prosent av prísinum fyri bústaðin, vísir EDC á.