Hetta vikuskiftið hevur føroysk aling av íslandsrossum fingið eina risa viðurkenning.
Tað sigur Føroya Ríðingarfelag á síni heimasíðu.
Tey siga, at tá ið føroyskt alda, Salka, av Tindsgarði, í fjør fekk hægsta kynbótardóm fyri fýra ára gamlar íslenskar ryssur í Danmark, var tað einki minni enn eitt bragd.
Men nú virðislønirnar fyri 2016 eru lætnar, er tað samstundis prógvað, at tað var ikki av tilvild, at hon fekk hægsta kynbótardóm í fjør.
Tí aftur í ár fekk Salka hægsta dóm í sínum flokki, hesa ferð í flokkinum fyri ára gamlar ryssur. Dómurin hækkaði eisini frá 8,07 til 8,27.
Tað er Knút Lútzen ið eigur Salku. Jóanis í Hoygarðinum hevur tamt og vant ryssuna, ið er undan Glotta frá Sveinatungu og Drotning frá Leirubakka.
At ein ryssa, sum er ald í Føroyum, kann klára seg so væl í altjóða høpi, vísir at tað kann loysa seg at hugsa stórt, siga tey í Ríðingafelagnum